Eldraløtan 14.02.2024
Leivur, 23.01.2024

Mikukvøldi 14 febr kl. 18.00 verður Eldraløtan aftur inni í kafeteriuni í Kelduni.

Á skránni verður ymiskt, hesaferð verða tað eingir minni enn Oasubrøðurnir sum koma at syngja við okkum og fyri okkum.

Eisini koma teir at luta ymiskt úr teirra lívið, bæði til álvára og gaman.

Vit hava suppu og okkurt søtt á borðinum.

Vit biðja um at hetta kann verða ein løta har vit koma saman og hava tíð til prát, hugna og at hoyra Guðs Orð.

Øll eru vælkomin og tað ber væl til at bjóða onkrum við.

 

Um spurningar eru, kunnu tit tosað við Leif Høj og Oddbjørg Abrahamsen

Sí fleiri greinar