Forkunnug vitjan
Sonja I. Jacobsen, 14.02.2024

Á møtinum sunnudagin 18. februar koma vit at hava vitjan av Staffan og Evu Moberg úr Uppsala í Svøríki. Staffan er svii, og Eva er úr Norra. Tey hoyra til samkomuna Livets Ord í Uppsala. Í 90’unum vóru tey trúboðarar í Russlandi í 6 ár, 3 ár í Sibirien og 3 ár í Moskva. Bæði hava undirvíst á bíbliuskúlum hjá Livets Ord í Svøríki og ymsastaðni í heiminum.
 
Staffan hevur verið ein av pastorunum í samkomuni síðani 2001. Hann hevur m.a. verið leiðari fyri bíbliuskúlan í Uppsala í nógv ár, har fleiri føroyingar hava gingið. Eva er partur av samkomuleiðsluni hjá Livets Ord. Umframt at undirvísa á bíbliuskúlum, var Eva í nógv ár bønarleiðari í samkomuni. Síðani 2014 hevur hon verið ein útrætt hond frá samkomuni til tað sosiala arbeiðið í býnum. Hon arbeiðir nógv ímillum sigoynarar og menniskju í ”trafficking” (menniskjahandli) og skøkjulevnaði í Uppsala. Hon er eisini lokalpolitikkari og situr í býráðnum í Uppsala.
 
Staffan og Eva vitja í Føroyum í samband við, at tey undirvísa á hjúnabandslegu í Kelduni í vikuskiftinum.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin á møti sunnumorgin kl. 11.

Sí fleiri greinar