Vælkomin á heimasíðuna

Hjúnabandsskeið við Steen Palmqvist.

Fríggjadagin 15/10 og leygardagin 16/10, hevur Steen Palmqvist hjúnabandsskeið í Kelduni í Skálafirði. Steen er væl kendur í Føroyum sum par- og familjuterapeutur við tilknýti til Agape. Hann hevur fyrr havt skeið í Føroyum, sum hava verið væl vitjað. Hesaferð kemur hann so at hava eitt hjúnarbandsskeið. Skeiðið verður yvir tveir dagar.


Les meira...

Leiðsluskúli í Kelduni

Í september verður farið undir leiðsluskúla í Kelduni.

Endamálið við leiðsluskúlanum er at geva luttakarunum grundleggjandi vitan um kristna leiðslu, menna leiðsluførleikar og geva íblástur at ganga á odda.


Les meira...

Frískúlin, Keldan opnaður

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt dúgliga fyri at gera klárt til at opna Frískúlan Keldan. Og sigast kann, at spenningurin var stórur, tá børnini á fyrsta sinni komu í skúla í Frískúlanum Keldan mánadagin 16. august. Børnini við skúlatasku á baki saman við mammum, pápum, ommum og abbum.

Byrjað varð við eini felags savnan fyri forskúlabørn og 1. floks børn í barnasalinum. Jastrid Høj, skúlaleiðari nevndi navnið á hvørjum einstøkum barni, tók í hondina á teimum og beyð teimum vælkomin í skúla. Síðani bað hon eina bøn, har hon m.a. takkaði Gudi fyri henda møguleika at byrja frískúlan, Kelduna.

Meiri kann lesast og myndir kunnu síggjast við at fara inn á www.friskulin-keldan.fo



Fult hús til Guy Penrod

Mánakvøldið 16. august var konsert í Kelduni við Guy Penrod. Salurin var fullur av fólki, og hýrurin tyktist vera góður á fólki, ið kundu njóta góðu sangframførslurnar. Tað var bólkurin "4", ið hitaði upp, áðrenn høvuðsnavnið kom á pallin.

Gjørligt er at lesa ummæli av konsertini á planet.fo - http://planet.portal.fo/?lg=73992



Morgunmøtið 15. august 2010
Á morgunmøtinum bleiv lítli Hans Melaku Jacobsen, sonur Sonju og Rógva vælsignaður. Aftaná sang Sølva Ford tveir sangir. Pauli og Jastrid høvdu orðið í morgun. Boðskapurin var merktur av, at frískúlin nú skal byrja.
Les meira...

eldri tíðindi