Á altjóða bønardegnum, sum er hvítusunnudag, savnast milliónir av trúgvandi kring allan heim til bøn. Trúgvandi frá ymiskum kirkjum og samkomum savnast í einleika í kirkjum, stadium, heimum, almennum støðum o.s.fr. fyri at biðja um grøðing og signing yvir lond og fólk.
Keldan er eisini við í hesum stóra altjóða átaki. Ein partur av morgunmøtinum hvítusunnudag, ið er 15. mai, er settur av til bøn. Vit standa vit saman í bøn saman við milliónum at trúgvandi kring allan heim.
Vit fara at biðja fyri okkara landi og fólki og fyri øllum heiminum. Bønin broytir okkara land og allan heimin!
Høvusskriftbrotið í hesum átaki er 2. Krønikubók, kap. 7, vers 14:
”- Um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.”
Fleiri upplýsingar um átakið eru tøkar á: