Vitjan av Roar Sørensen
Sonja I. Jacobsen, 20.02.2024

Til møtini í Kelduni komandi vikuskifti hava vit hava vit vitjan av Roar Sørensen úr Norra. 

 

Roar Sørensen er ein av stovnarunum og leiðarunum fyri Israel Next, sum hevur til endamáls at undirvísa um Ísrael og jødiska mentan við atliti til ta kristnu trúnna.


Hann hevur búð í Ísrael í átta ár, tosar flótandi hebraiskt og hevur í mong ár skipað fyri ferðum til Ísrael. Hann verður eisini nógv nýttur sum ferðaleiðari av ymiskum felagsskapum og samkomum á hvørjum ári.

 

Roar hevur eina bachelor í gudfrøði og masterútbúgvingar í ísraleskari mentan, politikki og samfelagi frá Hebrew University í Jerusalem.

 

Hetta er aðru ferð, Roar vitjar í Føroyum, og hesaferð er tað í sambandi við, at hann kemur at undirvísa um Ísrael á BSK.

 

Fyri teg, sum ikki er við á bíbliuskúlanum, ber til at hoyra Roar leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnumorgunin kl. 11.00 ella sunnukvøldið kl. 19.00 til Ung Vaksin.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

 

Sí fleiri greinar